Útveiting dýrkar

Útoyggjafelagið ávarar móti ætlanini at útveita farleiðir hjá Strandferðsluni

Útoyggjafelagið ávarar móti ætlanini at útveita farleiðir hjá Strandferðsluni.

 

- Tað er 2-3 ferðir dýrari at ferðast til Mykinesar enn til Fugloyar, og vit óttast somu gongd, um aðrar farleiðir verða útveittar. Tað sigur Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum, sum staðiliga ávarar ímóti ætlanini at útveita farleiðir hjá Strandferðsluni.

 

Ávaringin kemur, tá løgtingið fór undir 3. viðgerð av lógaruppskotinum hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, sum biður tingið um heimild at útveita farleiðir hjá Strandferðsluni.

 

Les eisini: Útoyggjafelagið ávarar

 

Málið varð samtykt við 20 atkvøðum fyri og 10 atkvøðum ímóti, tá lógaruppskotið varð til 2. viðgerð í gjárkvøldi.

 

Les eisini: Rok í tinginum um Strandferðsluna

 

Útoyggjafelagið hevur gjørt varug við sína støðu. Felagið hevur verið í Vinnunevndini hjá løgtinginum og greitt frá sínum sjónarmiðum, og har handaði felagið nevndini 200 undirskriftir frá fólki, ið mótmæla ætlanini. Í skrivinum verður víst á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri tey, at farleiðirnar framhaldandi vera almennar.

 

Higartil hava mótmælini hjá Útoyggjafelagnum tó verið til fánýtis.

 

Fyri løtu síðani varð lógaruppskotið endaliga samtykt við 3. viðgerð. 20 atkvøður vóru fyri og 11 atkvøddu ímóti. Tí hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum nú heimild at útveita farleiðir hjá Strandferðsluni.

 

Hoyr samrøðu við Óla Jákup úr Dímun við at trýsta á pílin undir myndini.