Djóni í Geil, Sjálvstýrisflokkurin
Richard Long, Fólkaflokkurin,
D. P. Danielsen, Tjóðveldisflokkurin
Trygvei Samuelsen, Sambandsflokkurin
Jákup Frederik Øregaard, Javnaðarflokkurin.
Úr gerðabókini sæst, at allir nevndarlimirnir uttan Øregaard vóru á fundi. Fyri útvarpið var Hjørdis Thomsen á fundi og fyri landsstýrið Edvard Mitens, landsstýrismaður.
Fyrsta málið á skránni var, at Edvard Mitens greiddi frá útvarpsmálinum og síðan legði Hjørdis Thomsen fram uppskot til fyribils almenna útvarpsskrá og uppskot til fyrilestrar, tónleik o. a. fyri tíðarskeiðið 2. februar til 2. mars 1957.
Nevndarlimirnir hildu, at uppskotið var eitt gott grundarlag, og semja var um, at útvarpstíðin gerandisdagar skuldi vera 1220-1250 og seinnapartar 1830 - 1915, og sunnudagar verður útvarpstíðin kl 1500 - 1545, alt fyribils, varð lagt afturat.
Bygdatíðindi skulu vanliga sendaast seinnapartin.
Sunnudagsútvarpið skuldi verða prædika annan hvønn sunnudag antin tikin á band frá Havnar Kirkju ella prædikur, inntalaðar av prestum. Hinar sunnudagarnar verða send barnaútvarp, ynskikonsert o. t.
Skrivað undir gerðabókina frá fyrsta fundi hava Richard Long, Djóni í Geil, Trygvi Samuelsen, D. P. Danielsen, Hjørdis Thomsen og Edward Mitens