Útvarpið fremsta tíðindakeldan

Ein nýggj Gallupkanning sigur, at føroyingar nýta útvarpið, telduna og sjónvarpið til at hoyra tíðindi.

Gallup hevur gjørt eina kanning fyri Felagið Føroysk Marknaðarfólk, sum skal lýsa hvat samband føroyingar hava við miðlarnar.

 

Í kanningini eru 531 føroyingar spurdir um sítt miðlabrúk, og sambært teimum, eru útvarpið fremsta tíðindakeldan. 78 prosent siga seg hava brúkt útvarpið til at fáa tíðindi síðstu vikuna. 76 prosent siga seg hava nýtt telduna, meðan 70 prosent nevna sjónvarpið. 47 prosent siga seg nýta fartelefonina, meðan 44 nýta avísina.

 

At avísin er lágt í metum sæst eisini, tá spurt verður, hvønn miðil tú ikki kundi verið fyri uttan. Tá svara einans 2 prosent blaðið, meðan 34 prosent siga telduna. 29 prosent søgdu útvarpið. 

 

Annars siga 75 prosent seg fylgja tíðindunum minst eina ferð um dagin, 20 prosent siga fleiri ferðir um vikuna, einans 3 prosent siga eina ferð um vikuna og 1 prosent sigur ongantíð.

 

Kappingin millum portal.fo og in.fo er hørð, men sambært kanningini hjá Gallup er portal.fo enn eitt lítið vet frammanfyri, meðan heimasíðan hjá Kringvarpinum kemur á triðja plássi.