Heðin Mortensen
borgarstjóri
Tað er altíð lætt at tveita ein pástand út, uttan at grundgeva fyri honum. Hetta var júst tað, sum Jógvan við Keldu gjørdi, og framvegis er hann ikki komin við nøkrum, sum líkist einari grundgeving.
Tvørturímóti kemur hann við einum donskum orðatakið um, at “den, der fortier, lyver også”, fyri líkasum at siga upp á ein penari máta, at eg lúgvi. Ikki so lítið næsadjarvt, má sigast!
Í øllum førum síggi eg meg ikki føran fyri at grugga kjarnuna í øllum hesum so væl, sum Jógvan við Keldu megnar tað. Tí hann kemur við einari rúgvu av tølum, men framvegis uttan nakra grundgeving.
Kom til sakina!
Mín spurningur var, um Jógvan við Keldu kundi gera so væl at greiða Føroya fólki neyvt frá, hvussu hann fær tað til, at danska ríkisveitingin mestsum bara søtar tilveruna hjá havnarfólki!
Men hóast maðurin hevur havt ein heilan mánað at finna út av hesum, velur hann hegnisliga at smoyggja sær aðrar vegir, uttan at svara spurninginum.
Framvegis hevur Jógvan við Keldu ikki fortalt okkum, hvar í Føroyum allur blokkstuðulin sæst aftur. Kanska er tað roknistykki ikki so stuttligt at borðreiða fyri fólki, at best er at tiga?
Góði Jógvan við Keldu, gevst nú við uttanumtosinum og kom til sakina! Tá tú hevur sagt A, mást tú eisini siga B, og ikki alt møguligt annað, bara fyri at sleppa undan at svara!