Um vikuskiftið hevur landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, verið á almennari ferð í Íslandi, har hann hevur hitt umboð fyri politisku skipanina og vinnuna.
Fríggjadagin var landsstýrismaðurin á fundi við íslendska starvsbróðir sín, Gunnar Braga Sveinsson, har teir báðir tosaðu um uttanríkispolitisk viðurskiftir. Serliga kunnaði Poul Michelsen um ætlanirnar hjá Føroyum um tættari samstarv við EFTA.
Í gjár var landsstýrismaðurin á vitjan í Akranesi, har hann m.a. hitti borgarstjóran Regínu Ásvandsdóttir.
Harumframt varð vitja á fyritøkuni Skaginn, ið framleiðir m.a. maskinur til føroysku fiski- og alivinnuna.
Mánamorgunin fer landsstýrismaðurin víðari til Finnlands, har hann skal luttaka á norðurlendskum samstarvsráðharrafundi.

Poul Michelsen og borgarstjórin í Akranesi Regína Ásvandsdóttir.
Uttanríkisráðharrin á Íslandsferð