Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, skal hitta starvsbróður sín, Wang Yi, sum er kinesiskur uttanríkisráðharri.
Hetta upplýsir amerikanska uttanríkisráðið. Teir báðir skulu hittast á einari ráðstevnu um trygd í Müchen.
Ráðstevnan í München verður roknað sum ein av heimsins týdningarmiklastu, tá ræður um trygd, og her hittast leiðarar úr fleiri enn hundrað londum.
Væntandi er, at kríggið í Ukraina og stríðið í Miðeystri fer at merkja ráðstevnuna.
Tíðindastovan NTB veit frá kinesiska uttanríkisráðnum at siga, at Wang Yi eisini fer at vitja í Spania og Fraklandi á ferðini.











