Uttanríkispolitikkurin privatiseraður

Tað eru nú 68 dagar síðan álopið á Ukraina. 

 

Alt snýr seg í slíkum støðum um, at vit í uttanríkispolitikki tala við einari rødd vegna Føroyar. 

 

Vit eiga at taka okkara egnu avgerðir. Vit í Tjóðveldi hava frá byrjan mælt til, at vit eiga at steðga útflutninginum til Russlands. Hetta er lutfalsliga eitt sera stórt stig fyri Føroyar - ikki minst í mun til onnur lond, sum nú finnast at okkum.

 

Men Løgmaður og landsstýrismaðurin hava samskift við Danmark, heldur enn við flokkarnar, sum fólkið hevur valt í Føroyum.

 

Summar fyritøkur hava sjálvar tikið sínar støður. Og hava verið noyddar at gera tað. Onkur vil hava kommunurnar at gera okkurt. 

 

Men øll eftirlýsa sjálvandi eini felags støðutakan frá landsstýrinum – stjórnini í landinum – sum er bygt á seriøsa viðgerð og undirtøku í Løgtinginum.

 

Ístaðin eru mótstríðandi útmeldingar komnar frá samgongulimum, sum fara í allar ættir. Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum sigur eitt og sigur samgonguna vilja nakað annað. Men vil verja sín sess, sigur hann. (Hetta er óhoyrt í mun til so álvarsligt mál). Løgmaður tosar svart. Og ímeðan er tað Fólkaflokkurin sum innanhýsis gevur samgonguni boð um, hvat skal gerast ella ikki gerast.

 

Víst eru mótstríðandi áhugamál og ymsar hugsanir um støðu Føroya og tiltøkini. Og tað er júst tí, at politisk leiðsla, seriøst arbeiði, samskifti og greiningar krevjast – so vit kunnu semjast og melda greitt út um okkara uttanríkispolitikk.

 

Men tá ið vit onga stjórn og leiðslu hava – ja, so verður eisini uttanríkispolitikkurin privatiseraður. Tað kann ikki góðtakast. Lat nú onnur sleppa framat at fáa mál og mið aftur í føroyskan politikk.

 

 

 

Høgni Hoydal