Uttanríkisráðið lurtar eftir Umboðsmanninum

Uttanríkisráðið fekk 14. septembur harða átalu frá Løgtingsins Umboðsmanni, tí ráðið hevði drálað og í ávísum førum ikki givið Sosialinum innlit í ymisk viðurskifti í ráðnum. Nú hevur ráðið boðað Umboðsmanninum frá, at ráðið fer at fáa tingini í rættlag

Tað tók Uttanríkisráðnum fýra mánaðir at geva Sosialinum innlit í ein part av umbøn um alment innlit.

Hetta átalaði Løgtingsins Umboðsmaður 14. septembur í ár. Tí hann metti ikki, at tøkniligu umberingarnar hjá Uttanríkisráðnum fyri ikki at geva innlit í viðurskiftini vóru haldgóðar.

Víðari átalaði Umboðsmaðurin, at ein partur av innlitinum – serliga lønarviðurskifti – lá eftir, og tað ger hann framvegis.

– Vísandi til viðmerkingarnar um, at ráðið ikki gav klagaranum innlit í allar tær upplýsingar, sum hann bað um, fari eg at mæla Uttanríkisráðnum til at taka málið uppaftur til viðgerðar og lata meg frætta úrslitið av hesi viðgerð, segði Umboðsmaðurin í síni niðurstøðu.


Kanna málið

Tað er hetta Uttanríkisráðið nú hevur svara Umboðsmanninum uppá og sigur seg hava tikið tilmælið til eftirtektar og fer at finna útav, hvørjar útbúgvingar starvsfólkini hava, og hvørji setanarviðurskiftini í ráðnum eru.

– Áðrenn 1. januar hevur Uttanríkisráðið gjørt yvirlit yvir hvørjar útbúgvingar einstaku fólkini í ráðnum, skrivar ráðið til Umboðsmannin.

– Nýggj setanarskriv verða latin øllum í ráðnum, skrivar Uttanríkisráðið eisini til Umboðsmannin.

Men hetta megnar ráðið ikki at seta nakra tíðarfreist á, tí ráðið veit ikki, hvussu langa tíð ein tílík tilgongd tekur.