- Ein sparing upp á sjey milliónir krónur í Uttanríkisráðnum eigur at fíggja ES-granskingina, heldur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri.
Tað er eftir at Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, bæði í útvarpi og sjónvarpi hevur lagt so stóran dent á, at ES-Granskingin - ella FP7, sum hon verður nevnd - skal fíggjast soleiðis, at hon verður útreiðsluneutral. Hann hevur eisini sagt, at peningurin kann fáast úr Búnaðargrunninum.
Men hetta ber als ikki til, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri.
- Tað er púrasta misskilt. Tað er sum at flyta pengar úr vinstra lumma yvir í høgra. Tú verður hvørki ríkari ella fátækari av tí orsøk, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann vísir á, atum landskassin ikki átti nakað gjaldføri, so kundi tað verið.
- Men Landsbankin hevur ríkiligt við gjaldføri á leið einar 1,6 mia. kr. Ein inntøka úr einum grunni er sum ein inntøka frá einari einskiljing. Hon bøtir als ikki um hallið, men bert um gjaldførið. Hin vegin segði Jørgin Niclasen tað so rætt, at um ein útreiðsla verður uppraðfest, so má ein onnur niðurraðfestast við somu upphædd, vísir Jóannes Eidesgaard á.
- So hví so ikki gera tað viðvíkjandi FP7 ella við øðrum orðum, hví lækkar so ikki raksturin av Uttanríkisráðnum við 7 mió. krónum, spyr fíggjarmálaráðharrin.