Uttanríkisráðið á altjóða havrættarráðstevnu í Maleisia

Uttanríkisráðið tekur í hesum døgum lut á altjóða havrættarráðstevnu í Kuala Lumpur, sum maleisiska uttanríkisráðið skipar fyri.

Tað er løgfrøðiligi ráðgevin, Bjørn Kunoy, sum umboðar uttanríkisráðið á ráðstevnuni ið telur umleið 100 fólk og fer fram í døgunum 10. til 11. mai 2010.

Bjørn Kunoy skal vegna Uttanríkisráðið luttaka í tveimun panelum har hann í framløgu skal útgreina heimildina hjá Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða við atliti at umstrídda ytra landgrunsøkinum eins og rættarligu atlitini ímillum havrættar sáttmála Sameindu Tjóða og reglugerð fyri mannagongd hjá landgrunsnevnd Sameindu Tjóða verða viðgjørd.