Uttanríkisráðharrin til Føroya á fund

Mánadagin kemur danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen, til Føroya at vitja. Hann skal millum annað hava fund við løgmann, landsstýrið og uttanlandsnevndina

John Johannessen


Eftir ætlan kemur danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen, til Føroya á arbeiðsvitjan mánadagin og fer avstað aftur mikudagin.

Uttanríkisráðharrin skal á ferðini millum annað á fund við løgmann, landsstýrið og uttanlandsnevnd løgtingsins. Á hesum fundum skulu partarnir viðgera ymisk uttanlandsmál. Hugsast kann, at nýggi fríhandilssáttmálin við Russland verður viðgjørdur, somuleiðis sum ES, WTO og NATO eisini verða á skránni.

Tað er vanligt, at danski uttanríkisráðharrin viljar í Føroyum eina ferð um árið. Av løgmansskrivstovuni siga tey, at fundirnir millum uttanríkisráðharran og landsstýrið vanliga geva nakað fyri báðar parar.

Á fundunum er nevniliga vanligt, at uttanríkisráðharrin, eins væl og landsstýrið, kunnar um tey mál, hann í løtuni tekst við, somuleiðis, sum ymsir trupulleikar viðvíkjandi uttanlandsmálum verða viðgjørdir.

Tað er Ríkisumboðið, ið leggur ferðina hjá Niels Helveg Petersen í Føroyum til rættis. Hagani siga tey, at skráin fyri ferðina enn ikki er heilt liðug. Orsøkin til hetta er, at fólkatingið hevur longt tingsetuna, og tí er ikki heilt greitt, um uttanríkisráðharrin júst kemur mánadagin ella hann verður nakrar dagar seinkaður.