Uttanríkisráðharrin: Seks stjørnur til føroyskan mat

Anders Samuelsen rósar turrum fiski og grind

Mánadagin vitjaði danski uttanríkisráðharrin í Føroyum. Anders Samuelsen var komin á árligan fund við landsstýrismannin í uttanríkismálum og uttanlandsnevndina hjá løgtinginum.

Vitjanin í Føroyum endaði við einari máltíð á matstovuni RÆST í Havn, har danski uttanríkisráðharrin slapp at royna ymiskan føroyskan mat.

Á sínum Facebook-vanga rósar hann matinum, hann slapp at royna.

– Mín vitjan í Føroyum endaði við endaði við einum ógloymandi døgurða í húsunum, har kenda Barbara búði, og har ein lítil køkur er í miðdeplinum. Dugnaligi kokkurin gjørdi traditionellar rættir so sum turran fisk og grind. Hann fær 6 stjørnur frá mær, skrivar Anders Samuelsen.
Uttanríkisráðharrin hevur lagt fleiri myndir av rættunum, hann fekk.