Uttanríkisráðharrar viðgjørdu framtíðina

Í gjár og í morgun var danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, á vitjan í Føroyum. Her hitti hann landsstýrismannin við uttanríkismálum, Poul Michelsen, og uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum.

 

Poul Michelsen sigur, at í stóran mun var tað ein kunnandi fundur, har báðir partar greiddur frá hvar londini arbeiða uttanlands og hvat liggur fyri framman.