Uttanlandsnevndin vitjar í Moskva

Ljóðbrot frá Rás 2

Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum er á ferð í hesum døgum í Belgia og Russlandi.

 

Fyrst vitjaðu tey í Bruxelles, har tey høvdu fundir við ymisk umboð fyri ES, áðrenn leiðin lá til Moskva, har tey hava verið á fundum við uttanlandsnevndina í Duma’ini og ymiskar ráðharrar.

- Endamálið við fundunum er at menna parlamentariska samstarvið millum Føroyar og londini í ES og Russland. Vit hava verið væl nøgd við túrin, har vit hava megna at vísa á, at vit eru ein seriøsur samstarvspartnari, sum tað loysir seg at samstarva við, sigur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum.

 

Annita á Fríðriksmørk sigur, at fólk tey hitta, eru ovfarin av, hvussu nógv føroyingar hava at bjóða. Orsøkin er, sjóøki ger, at Føroyar eru ein stórur aktørur í Evropa, sigur hon, og tað er tað, sum er áhugavert fyri onnur.

- Eg haldi, at ES er áhugað í at hava eitt gott samskifti við Føroyar, og tað haldi eg er ógvuliga týdningarmikið, at man roynir at menna, sigur hon, sum tó sigur, at boykottið lutvíst merkist enn á ymiskan hátt.

 

Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini var við á túrinum og hevur greitt frá fiskivinnunýskipanini og arbeiðið við stjórnaruppskotinum hevur eisini verið umrøtt á túrinum.

 

Annita á Fríðriksmørk sigur, at 20 prosent av øllum fiskinum, sum russar innflyta, kemur úr Føroyum.

- Russland er blivið ein stórur samstarvspartnari hjá okkum og tað er týdningarmikið, at vit hava eitt gott samstarv við øll lond, sigur hon.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna við Annitu á Fríðriksmørk.