Vanliga eru føstu nevndirnar hjá Løgtinginum á ferð uttanlands annaðhvørt ár.
Í morgin fer uttanlandsnevndin úr Føroyum til Ísraels at vitja. Á ferðini skulu føroysku tinglimirnir hitta umboð fyri ísraelskar myndugleikar, vitja í Ramallah og hitt tinglimir í ísraelska tjóðartinginum Knesset.
Nevndin er fimm dagar í Ísrael.
-Ísrael er eitt land, har nógv hendir og tað er eitt land, sum er í miðdeplinum í altjóða politikki, sigur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í uttanlandsnevndini. Hon leggur afturat, at hon heldur tað er av altstórum týdningi, at júst uttanlandsnevndin fær høvi at síggja , hvussu arbeitt verður uttanfyri landoddarnar.
Nevndin hevur fyrireikað seg til ferðina. Millum annað hava Tommy Petersen, sum seinastu árini hevur arbeitt í Ramallah og Heini í Skorini hildið fyrilestrar um viðurskiftini í Ísrael, fyri uttanlandsnevndini.