Fiskimálaráðið hevur nú útvegað Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum tær upplýsingar, ið nevndin bað um eftir ráðførsluna við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.
Jacob Vestergaard ráðførdi seg herfyri við Uttanlandsnevndina, nú hann í næstum skal áseta Føroyum egna kvotu av norðhavssild.
Uttanlandsnevndin skuldi eftir ætlan svara landsstýrismanninum í vikuni, sum fer, men nevndin vildi hava fleiri upplýsingar, og tað hevur drigið út at fáa teir úr Fiskimálaráðnum. Sum skilst er talan um upplýsingar, ið skulu byggja undir føroysku argumentini fyri at fleirifalda sildakvotuna.
Ráðførslur eru í trúnaði, og sjálvur hevur landsstýrismaðurin ikki vilja sett tal á føroysku eginkvotuna.
Men sambært keldum hjá Sosialinum nærkast føroyska kravið 20 prosentum av ICES-tilmælinum. Havrannsóknarstovnurin mælir til at fiska 613.000 tons í ár. 20 prosent av hesum tilmæli er 122.600 tons. Til samanberingar var føroyska sildakvotan í fjør smá 43.000 tons.
Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum hevur fund mánamorgunin. Jákup Mikkelsen, formaður í nevndini, roknar við at avgreiða málið á hesum fundinum og síðani svara landsstýrismanninum.










