Uttanlandsnevndin sagt sína meining við ES

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum hevur í vikuni verið á ferð í Skotlandi, Onglandi og í Brússel. Nevndin hevur hitt skotskar og enskar politikarar á fundum í Edinburgh og í London og hevur viðgjørt tættari samstarv og sambond millum Skotland, Bretland og Føroyar á fleiri økjum.

Og sjálvsagt hevur ósemjan um býtið av makrelinum verið á skránni á øllum fundum.

Og á fundi í Brússel fríggjadagin, hevur nevndin verið á drúgvum fundi við samráðingarleiðararnar hjá ES í makrelmálinum: Bernhard Friess og Edward-John Spencer.

Eisini vitjaði uttanlandsnevndin EFTA-skrivstovuna, og nevndin vitjaði ES-parlamentið.

Uttanlandsnevndin er samdu um, at fundirnir hava gingið sera væl, og allir limir í nevndini hava verið samdir og staðið saman um á ein sakligan hátt at leggja fram tey føroysku sjónarmiðini. Harímillum hevur nevndin staðiliga víst á sína avgjørdu hugsan um ætlaðu heimildirnar til handilsforðingar frá ES móti Føroyum.

Nevndin verður aftur í Føroyum fríggjakvøldið.

Mynd 1: Á fundi í ES-kommissiónini. F.v. Birita Ludvíksdóttir(skrivari), Jenis av Rana, Bárður Nielsen, Bernhard Friess(DG-Mare), Jákup Mikkelsen, Helgi Abrahamsen, Poul Michelsen og Gunnar Holm-Jacobsen(sendimaður).

Mynd 2: Í ES-parlamentinum. F.v: Jenis av Rana, Høgni Hoydal, Bárður Nielsen,Poul Michelsen, Birita Ludvíksdóttir(skrivari), Pavel Cernoch(ES-embætismaður), Jákup Mikkelsen, Helgi Abrahamsen og Gunnar Holm-Jacobsen(sendimaður).

Mynd 3: Í ES tingsalinum. F.v. Jákup Mikkelsen, Helgi Abrahamsen, Poul Michelsen, Høgni Hoydal, Bárður Nielsen, Jenis av Rana og Pavel Cernoch(ES-embætismaður)