Nú løgmaður og fiskimálaráðharrin eru farnir til Danmarkar á fund við Villy Søvndal, er Uttanlandsnevndin ikki kunnað ella spurd eftir áðrenn.
Landsstýrið skal ráðføra seg við Uttanlandsnevndina áðrenn avgerðir, ið hava stóran uttanríkispolitiskan týdning, verða tiknar. Somuleiðis skal landsstýrið ráðføra seg við hesa nevnd í samband við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroyar og Danmark millum. Hetta stendur at lesa í stýriskipanarlógini § 54.
Kortini er Uttanlandsnevndin ikki kunnað ella spurd eftir í samband við hendan fundin millum Kaj Leo Holm Johannesen, Jacob Vestergaard og Villy Søvndal.
Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandsnevndini, heldur ikki tað er ein trupulleiki, at løgmaður og fiskimálaráðharrin ikki hava kunnað Uttanlandsnevndina.
- Sum eg havi skilt eru teir bidnir um at koma á ein fund við Villy Søvndal, har teir skulu kunnast um fundin, sum danir hava havt við Mariu Damanaki, kommiser í fiskivinnumálum, og eg gangi út frá, at Uttanlandsnevndin verður kunnað so skjótt sum løgmaður og fiskimálaráðharrin vita meira, sigur Jákup Mikkelsen.
Høgni Hoydal, næstformaður í Uttanlandsnevndini heldur, at tað er burturvið, at løgmaður og fiskimálaráðharrin fara á ein slíkan fund, uttan at kunna og ráðføra seg við Uttanlandsnevndina.
- Tað er beinleiðis brot á Stýrisskipanarlógina, og tað er púra burturvið, at løgmaður og fiskimálaráðharrin seta allar lógir til viks í hesum máli. Endamálið við at draga Uttanlandsnevndina inn í hesi viðurskifti er, at Føroyar skulu standa sterkari í trætuni við ES, og tí er tað umráðandi, at Uttanlandsnevndin er við í avgerðunum, sum vera tiknar, sigur Høgni Hoydal.
Kaj Leo Holm Johannesen og Jacob Vestergaard fóru til Danmark í gjár, og eru nú fyrrapartin á fundi við Viilly Søvndal.










