Uttanlandsnevndin hittir Anders Samuelsen í dag

Tá uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum hevur fund í dag, kemur danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen at heilsa upp á nevndina.

 

Hann kom til Føroya í gjár, tá hann hevði fund við Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanlandsmálnum. Seinni hitti hann fjølmiðlar í Tinganesi. Í gjárkvøldið var Poul Michelsen vertur við ein døgurða í Áarstovu.

 

Áðrenn fundin við uttanlandsnevndin í klokkan 11 skal Anders Samuelsen vitja vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga, har Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, fer at greiða honum frá grønu ætlanunum hjá SEV.

 

Danski uttanríkisráðharrin skal eisini heilsa upp á Visit Faroe Islands, har Guðrið Højgaard, stjóri, fer at greiða frá.

 

Tá fundurin við uttanlandsnevndina er liðugur klokkan 12 fer uttanríkisráðharri til frokost hjá ríkisumboðsmanninum, áðrenn leiðin gongur vestur í Vágar. Klokkan 14:35 fer hann aftur til Danmarkar við Atlantsflog.

 

Sum skilst var talan um eina kurteisisvitjan hjá danska uttanríkisráðharranum hesaferð. Kristian Jensen, fyrrverandi uttanríkisráðharri avlýsti árligu vitjanina tvær ferðir í fjør. Anders Samuelsen vitjar aftur í Føroyum í summar, varð upplýst á tíðindafundinum í gjár.