Á middegi fríggjadagin gjørdi formaðurin í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, greitt, at uttanlandsnevndin fór at verða liðug at viðgera fullvelismálið sama kvøld.
Nevndin skuldi halda fund klokkan trý, har flokkarnir skuldu leggja síni endaligu álit fram, og síðani skuldu hesi álit handast landsstýrinum.
Men brádliga fingu limirnir í uttanlandsnevndini umvegis løgtingsskrivstovuna at vita, at fundurin í uttanlandsnevndini var útsettur til týsdagin.
Hvør orsøkin til útsetanina var, visti eingin nakað um. Men niðurstøðan hjá uttanlandsnevndini í fullveldismálinum er nú útsett á øðrum sinni. Fyrra ferðin var fríggjadagin fyri einari viku síðani og seinna ferðin var nú.