Fyri Javnaðarflokkin
Jóannes Eidesgaard og
Kristian Magnussen
Fyri Sambandsflokkin
Edmund Joensen og
Heðin Mortensen
???????????????????????????
Løgmaður og formaðurin í uttanlandsnevndini hava við síni lorkasligu viðgerð sett løgtingið í eina óneyðuga- og sera píniliga støðu. Eingin ivi tikist vera um, at Føroya løgting hevði tikið undir við málinum, sum er at standa øksl móti øksl ímóti yvirgangi. Men av berum kleyvarskapi frá løgmanni og formanninum í uttanlandsnevndini slapp løgtingið ikki at vísa medábyrgd fyri umheiminum. Hetta er sera álvarsligt brot á álitið ímillum løgtingið og landsstýrið, og hetta má fáa avleiðingar, so at støðan ikki endurtekur seg. Hvørjar avleiðingar hetta eigur at fáa, má løgtingið avgera.
Forsøgan er í stuttum hendan: NATO-londini vóru samd um, at hendingarnar í New York tann 11. september komu undir grein 5 í Washington sáttmálanum, sum sigur, at álop á eitt NATO-land er at rokna sum álop á øll NATO-lond. NATO hevur síðani, sum eina avleiðing av yvirgangsatsóknini aktiverað grein 5 í Washington sáttmálanum.
Danska stjórnin sendi tann 4. oktober kl. 1415 (ígjøgnum ríkisumboðið) fyrispurning um loyvi til at flúgva ígjøgnum føroyskt loftrúm og annars tað neyðuga, sum støðan møguliga krevur.
Sum skilst komu boðini ikki til uttanlandsnevndina fyrr enn seint á kvøldi, sum svarfreistin varð sett til kl. 13 dagin eftir. Løgmaður, sum var á fjalli, ómakaði sær ikki annað enn at biðja embætisfólk fáa boðini víðari til formannin í uttanlandsnevndini.
Formaðurin í uttanlandsnevndini gjørdi seint á kvøldi eina lítið umhugsaða roynd at fáa nevndina saman. Staddur í Suðuroy var eisini roynd gjørd at skipa fyri telefonfundi, men einki av hesum eydnaðist.
Orsøkin til at einki bar til er tann, at boðini frá landsstýrinum vóru ikki nóg greið, fleiri limir í uttanlandsnevndini vistu als einki um málið fyrr enn dagin eftir, skrivið frá uttanríkismálaráðnum og tíðarfreistin fyri einum aftursvari vóru als ikki kend, og tíðin heimilaði ikki vanligum fundi.
Um leiklutin hjá løgmanni og formanninum í uttanlandsnevndini í hesum álvarsmáli er neyðugt at siga, at makan til kleyvarskap, skal ein leita væl og leingi eftir. Løgmaður og formaðurin í uttanlandsnevndini hava sjálvsagt alla ábyrgdina av, at uttanlandsnevndin verður tikin uppá ráð í eini slíkari kreppustøðu.
Eingin ivi kann vera um, at løgmaður í slíkari støðu beinanvegin átti at sett seg í samband við limirnar í uttanlandsnevndini. Hann átti persónliga at havt avtalað fund við formannin í uttanlandsnevndini, og hann átti somuleiðis at komið á fund í uttanlandsnevndini, fyri at greitt frá málinum, sum var av serligum- og av sera týdningarmiklum slag. Hann átti eisini, um neyðugt, at havt samband við uttanríkisráðið.
Støðan sum tikin varð, átti at havt útgangsstøði í eini avgerð hjá uttanlandsnevndini, har allir flokkar á tingi hava umboðan.
Mælt verður til, at uttanlandsnevndin umboðandi flokkarnar á tingi, í felag boðar løgmanni frá síni niðurstøðu, sum samstundis setir tingini greitt uppá pláss.









