Finnur Sivertsen, búskaparfrøðingur
Business-line.fo
--------------
Teir rykkja inn tá tørvurin er har, og fara so avstað aftur tá uppgávan er loyst. Teir hava nomið sær hægstu útbúgvingar, og seinni vunnið sær servitan innan nøkur øki og hava góðar royndir frá øðrum verkætlanum. Teir hugsa øðrvísi og eru púra leysir at hugtakinum “soleiðis hava vit altíð gjørt ”.
Hóast uttanhýsis ráðgevarar stundum verða lagdir undir at kosta nógv, so er tað ein royndur lutur, at teir verða nógv brúktir í Danmark og úti í heimi við sínum serkunnleika, dynamikki og nýhugsan og hetta gevur fyritøkum og stovnum sparingar, marknaðarfyrimunir, og størri drívmegi.
Servitan og nýhugsan gevur størri vøkstur
Soleiðis ljóða nakrar av niðurstøðunum í kanningini “Viden der virker”, sum stóra danska ráðgevingarfelagið Rambøll Management hevur latið úr hondum fyri fakfelagið hjá donskum verkfrøðingum, IDA, og felagið hjá donskum búskaparfrøðingum og løgfrøðingum DJØF.
- Tað at tú kanst fáa ein uttanhýsis ráðgeva at kanna alla organisatiónina, gevur fyritøkuni eina stóra virðisøking. Fyritøkan verður skoðað við nýggjum brillum og leiðslan fær settan spurningin – Hví gera tit soleiðis sum tit gera?
Liva seg inn í fyritøkuna
Fleiri av spurdu fyritøkunum – serliga millum tær smáu – undirstrika, at tað sum er avgerandi er, um ráðgevin evnar at liva seg inn í fyritøkuna.
Sambært formannin í DJØF, Rune Greger Meyer, økir hetta um møguleikarnar fyri, at ráðgevin eisini kemur við góðum ráðum og vitan innan aðrar verkætlanir.
- Ein uttanhýsis ráðgevi sær ofta nýggjar møguleikar sum vit, ið starvast dagliga í fyritøkuni ikki síggja. Hetta kann føra til, at hann gerst ein týðandi partur í eini menningartilgongd, serliga tá talan er um nýggjar framleiðslur, nýggir marknaðir, osv. sigur Rune Greger Meyer.
Mest at gera í góðum tíðum
Stóra trotið á arbeiðsmegi í Danmark ger at uttanhýsis ráðgevarar eru sera nógv eftirspurdir.
- Tað sigur seg sjálvt, at støðan sum nú er í Danmark ger tað lætt hjá serfrøðingum at byrja egið virksemi sum ráðgevarar. Tað merkja vit sera væl, sigur deildarleiðarin hjá IDA, Lise Damkjær.
Hjá Dansk Management Råd vísir Susanne Andersen, deildarleiðari á, at tey seinastu árini hava verið serliga gylt fyri donsku ráðgevaravinnuna. Hon vísir á somu orsøk til vøksturin, nevniliga trot á arbeiðsmegi í Danmark og eitt óvanliga stórt virksemi í donsku vinnuni.
Hon vísir eisini á, at ráðgevararnir nú í størri mun knýta seg at eini størri ráðgevingarfyritøku, fyri á tann hátt at fáa møguleika at taka lut í størri verkætlanum.
- Sum sjálvstøðugur ráðgevi skalt tú verða ógvuliga stinnur innan títt egna avmarkaða vitanarøki. Fert tú inn í eitt størri ráðgevingarhús, fært tú atgongd til eitt netverk av samstarvsfeløgum og tú fært møguleika at starvast við størri verkætlanum saman við fólki við bestu førleikum, sigur Susanne Andersen, deildarleiðari hjá IDA.
Føroyar og konsulentar
Tað hevur ikki ligið í føroysku vinnumentanini at leita sær uttanhýsis ráðgeving , men tó verður tað gjørt í ávísan mun, t.d. í kt-vinnuni. Ein fortreyt fyri at leita sær servitan er, at tú skalt ásanna tørvin og so finna fram til, hvar konsulentarnir er at finna.
Tørvur á konsulentum ger seg kanska serliga galdandi hjá nýstovnaðum fyritøkum, har torført kann verða hjá íverksetara at halda skil á framleiðslu, sølu, marknaðarføring, roknskapi, leiðslu, osv.
Tað er ongin ivi um, at føroyska samfelagið hevði verið munandi betri fyri, um vit høvdu eina vælvirkandi konsulentvinnu í Føroyum, har føroyskir og útlendskir ráðgevarar tóku sær av krevjandi verkætlanum.
Men hetta krevur ta hugburðsbroyting, at vinnan – og ikki minst land og kommunur - gerast meira afturhaldandi við føstum starvssetanum, og kenna tað sum sína skyldu at kanna, um uttanhýsis ráðgevarar eru til taks til tær krevjandi, tíðarbundnu uppgávurnar, sigur Finnur Sivertsen, búskaparfrøðingur og stjóri á Business-line.fo í stuttari viðmerking.