Uttandura svimjihylur á oyggjaleikunum í Gibraltar

(OYL) Hesaferð verða umstøðurnar til svimjing rættiliga øðrvísi í mun til undanfarnu oyggjaleikirnar

Hesaferð skulu svimjararnir á oyggjaleikunum royna seg í einum uttandura svimjihyli.

Uttandura svimjihylurin liggur í einum sera vøkrum umhvørvi tætt við Gibraltarfjallið.

Fyriskipararnir av Oyggjaleikunum í Gibraltar hava sent Svimjisambandi Føroya og hinum luttakaralondunum kunning sum fortelur millum annað, at ætlaða takið ikki verður klárt, umframt at skiftirúmini heldur ikki eru heilt klár. Men fyrireikararnir undirstrika, at hetta fer ikki at ávirka avrikini hjá svimjarunum, tí umstøðurnar til at skifta verða góðar, skrivar svimjing.com. 

Svimjingin er ofta tann ítróttargreinin har tað er størst eftirspurningur eftir áskoðaraplássum og pressuplássum, og oyggjaleikirnir hesaferð verða neyvan nakað undirtak í so máta.

Sambært svimjing.com er talan um ein spildurnýggjan langhyl sum sambært heimasíðuni hjá fyriskiparunum var ætlaður at skula standa klárur í 2018, men sum síðani varð sagdur at skula standa klárur til ‘Brexit day’ 29. mars, og síðani til meira ella minni beint áðrenn Oyggjaleikirnir byrja.

Talan er um ein langhyl sum kann býtast sundur í tveir 25-metra-hyljar.

Føroysku svimjararnir eru seks menn og seks kvinnur:

  • úr Havnar Svimjifelag: Alvi Hjelm (1996), Bartal E. Eidesgaard (2003), Elisabeth Erlendsdóttir (2005), Eyðrið Mortensen (2003), Johan N. Dam (2002), Óli Mortensen (1996) og Vár E. Eidesgaard (2001)
  • úr Suðuroyar Svimjifelag: Róland Toftum (1998)
  • úr Ægir: Barbara Debes (2000), Rebekka Trygvadóttir (2004), Rókur Trygvason (2000) og Signhild Joensen (2000)

Hartil er Pál Joensen við sum formliga svimjari, til um neyðugt at kunna styrkja um stafettirnar, men líka nógv eisini sum venjari afturat teimum báðum, Juan Jaime Arroyo Toledo úr Ægir, og Panagiotis Christou úr Havnar Svimjifelag.