Firmakapping
Eftir at flestu fótbóltsáhugaðir føroyingar nú í nakrar mánaðir hava staðið kring ymsu vallirnar í landinum ? og helst gera tað tvey vikuskifti afturat ? eru vit nú komin til tíðina, har tað eisini ber til hjá áskoðarum at gera vart við seg. Í øllum førum hjá teimum, sum hava onkrar fótbóltsglaðar starvsfelagar.
Nú komandi vikuskifti fer HB at hava sína firmakapping, sum er ein innandurakapping, og 12. oktober er tað so B36, sum skipar fyri, tá árliga uttandura-firmakappingin verður hildin.
Hetta er fjórða árið á rað, at B36 skipar fyri kappingini, og mett eftir undirtøkuni ber neyvan til at siga annað enn, at kappingin hevur fingið sera góða undirtøku.
Sum vant, tá talan er um firmakapping, so verða ávísar treytir settar fyri, hvussu sterk liðini hjá ymsu fyritøkunum kunnu vera. Hetta verður í ár gjørt soleiðis, at tað ikki er loyvt virkjum at nýta leikarar, sum hava tikið lut í lands- ella steypakapping hjá feløgunum í trimum teimum ovastu mansdeildunum.
Reglurnar eru annars so, at spælt verður við sjey leikarum á hvørjum liði, men í alt kunnu 12 leikarar vera á hvørjum liði, tá eykaleikararnir eru íroknaðir.
Meðan kappingin fer fram, er sjálvandi møguleiki hjá luttakarunum at sita inni í hølunum hjá B36 og fáa sær ábit av onkrum slag, soleiðis at bíðitíðin millum dystirnar ikki kennist alt ov long, og eftir at alt er avgjørt, verður handan av heiðursmerkjum og steypum, sum Skipasmiðjan Føroyar letur.










