Kristianna Hammer hevur júst forsvarað sína Phd-ritgerð um krabbamein og vón. Sera stórur áhugi er fyri hennara úrslitum, sum vísa, hvussu starvsfólk innan sjúkrahúsverkið kunnu hava vónina við í krabbameinsviðgerðunum.
- Vit mugu venda viðgerðarháttinum á høvdið. Vit mugu hava sjúklingin við í síni egnu viðgerð, og ein háttur er at tosa um vónina. Tí um sjúklingurin missir vónina, er alt farið, sigur Kristianna.
Orsøkin
Kristianna Hammer hevur arbeitt sum sjúkrasystur á krabbameinsdeild í nógv ár, millum annað innan stráluviðgerð á sjúkrahúsinum í Odense.
- Tá eg starvaðist á stráludeildini, upplivdi eg ofta, at sjúklingar høvdu tørv á at práta við okkum, men vit høvdu bara eitt korter til hvønn sjúkling, so tað bar ikki til.
- So minnist eg, at ein ungur maður kom inn. Hann hevði fingið krabba í hálsin. Vit vóru tvær, sum skuldu geva honum viðgerðina. Hin sjúkrasysturin tók ímóti honum og vísti honum hvar hann skuldi vera, og eg fór eftir tí, hann skuldi hava.
- Eg hoyrdi hann spyrja hana, um hann fór at doyggja av hesum. Hon byrjaði at tosa um statistikk, og hvussu stórt yvirlivilsisprosentið var. Hann stóð bara tigandi og hugdi uppá hana, og eg sá á honum, at hann slóknaði. Tað var, sum um øll vón hvarv.
- Eg fór so yvir og tosaði við hann og helt í hondina á honum, men onki batti, tað var ov seint, eg fekk líkasum ikki fatur á honum aftur.
- Og tað, sum hendi við hesum manninum og sum gjørdi, at eg seinni fór at kanna, hvat vón er fyri nakað, var, at dagin eftir hevði maðurin hongt seg. Tí tá vónin fer, so er einki eftir at byggja viðgerðina á, staðfestir Kristianna Hammer.
Hon hyggur framfyri seg og sigur spakuliga: - Tað gingu bara nøkur fá sekund, so hevði hann mist vónina, og eg fekk ikki fatur á honum aftur.
Kristianna hyggur upp aftur og sigur við føstum orðum:
- Tá hugsaði eg, hvat er tað í grundini, vit gera? Vit geva strálur, kemo og operatiónir, men vit tosa ikki við sjúklingarnar. Og tá vit endiliga tosa við teir, so gloyma vit sjálvt menniskjað og taka tað ikki í nóg stórum álvara. Hvat nyttar statistikkur, tá fólk eru bangin?
- Tað er teirra lív, tað snýr seg um. Tað nyttar ikki bert at viðgera kroppin. Vit eru eisini sál og andi, og tann partin mugu vit hava við, annars ivist eg í, um viðgerðin nyttar, staðfestir Kristianna.
Granskað vón
Men eitt er at seta sær mál – nakað annað er at røkka málinum. Vón er jú eitt óítøkiligt fyribrigdi, og tað er ringt at definera júst, hvat vón er. Og hvussu skalt tú spyrja fólk um teirra vón? Tað er jú ringt at greiða frá, vísir Kristianna á.
Hon valdi sær ein málbólk, sum vóru kvinnur við lívmóðurkrabba. Og hon tosaði við tær, beint tá tær komu út frá læknanum og høvdu fingið boðini um, at tær høvdu krabbamein.
- Men eg varnaðist skjótt, at tær vóru skelkaðar, forvirraðar og vistu kanska ikki heilt, hvat tær svaraðu mær. Og tí mátti eg finna mær aðrar hættir at finna svarið, greiðir Kristianna frá.
Kristianna fór tí undir ein arbeiðshátt, sum ikki er sæddur í vísindaligari gransking innan sjúkrarøkt fyrr. Eftir at tær høvdu svarað nøkrum spurningum, bað hon kvinnurnar tekna sínar tankar og kenslur. Tær sluppu at sita í einsemi og tekna, og síðani skuldu tær seta orð á tekningina.
Út frá hesum tekningunum lærdi Kristianna eina rúgvu um vónloysi og vón.
- Eg varnaðist, at tekningarnar hjálptu teimum, og at tað var ein terapi fyri tær. Hóast tað bert snúi seg um 120 minuttir, so fóru tær frá at vera forvirraðar, ørkymlaðar og keddar til at samla seg aftur ígjøgnum hesa tekningina. Tí havi eg nú tikið eina útbúgving sum tekniterapeut umframt at skriva PhD, sigur Kristianna.
Slóðbrótandi kanningar
PhD ritgerðin er skrivað í trimum pørtum. Kristianna hevur fyrst savnað alt tað, sum er skrivað og granskað um vón frammanundan. Hesin fyrsti parturin er heimskendur, tí Kristianna hevur savnað nógvar træðrir og skrivað alt saman til eina ritgerð.
Harumframt hevur Kristianna kortlagt hvat vón er, og hvar menniskjað finnur sína vón.
- Eg havi tikið tað mystiska av vónini, og havi sett tað upp í ein formil, so tað er lættari at fyrihalda seg til. Og til tað arbeiðið havi eg nýtt tekningarnar hjá hesum damunum, sum eg tosaði við, beint eftir, at tær høvdu fingið staðfest krabba.
Við at nýta tekningar, sum vísindaliga impiri, hevur hon víst á ein heilt nýggjan hátt at fáa upplýsingar frá sjúklingum, sum annars hava ilt við at orða seg um stórar kenslur sum vón, vónloysi, ótta, gleði og sorg.
Nú hevur Kristianna ynski um at fyrireika og seta í verk eina undirvísingarætlan, soleiðis, at sjúkrasystrar og læknar kunnu útbúgva seg í at geva sjúklingunum vón.
Hvat er vón?
- Eg síggi vónina sum eina prismu, har lívsvónin verður brotin ígjøgnum og litar tilveruna hjá hvørjum einstøkum menniska. Sjálv kjarnan í vónini er sum ein tríkantur, har tey trý hornini eru ”felagsskapur”, ”sál” og ”orka”.
Kristianna greiðir frá, at tú fyri tað fyrsta kanst fáa vón frá felagskapinum við tíni kæru; vinir og familju. Harumframt fæst vón frá andaliga heiminum og religión. Og endiliga kemur vónin eisini, um tú hevur orku. Kanningin vísti, at fleiri av kvinnunum upplivdu náttúruna sum orkugevandi. Tá tær høvdu tað ringt, so fóru tær út at ganga í skógunum og við strendurnar fyri at savna sær orku.
Hesi trý hanga fullkomiliga saman, og sameinir tú hesi trý, so hevur tú kjarnuna í vónini. Tekur tú eitt burtur, so koppar javnvágin og vónin minkar ella hvørvur.
Kristianna leggur dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at starvsfólk innan heilsuverkið geva sær far um vónina og átaka sær ábyrgd fyri henni.
- Av og á heldur tú einum menniskja í tínum hondum. Tú hevur ávikan á, hvør lagnan verður, tí tey hava sjálvi einki vald. Til dømis, tá tey fáa krabbamein. Sjúkrasystrar og læknar hava tá eina ábyrgd av hesum menniskjanum. Tað nyttar einki at tosa við sjúklingar um statistik, tí tey skilja tað ikki og kunnu ikki brúka tað til nakað. Tað, sum hevur nakað at siga, er, at tú ert har. Ofta er tað nokk. Men tað má lærast.
Endaliga visjónin hjá Kristionnu er tí, at ein eftirútbúgving skal setast á stovn fyri læknar, sjúkrasystrar, prestar, psykologar og onnur, sum eru um fólk, ið hava krabbamein. Tað skal vera ein útbúgving, sum gevur førleika í at geva eina sjúkrarøkt, sum setur vónina í hásæti. Tí tú kanst seta allar viðgerðir í verk, men um sjúklingurin ikki hevur vón, so kann leiðin gerast torfør.
- Hetta krevur, at vit seta eina serútbúgving á stovn. Her heima kann hetta gerast við at bjóða eina útbúgving omaná sjúkrarøktafrøðingaútbúgvingina í Føroyum, vísir Kristianna á.
- Hóast kanningin er gjørd við krabbasjúklingum í Danmark, so kann hon nýtast allastaðni, tí við vónini er tað líkamikið hvar tú ert, hvør tú ert og hvaðani tú ert. Vónin er bygd inn í menniskjað, og vit mugu øll hava vón, fyri at liva.
--------------
Faktaboks
* Kristianna Hammer úr Havn
* Útbúgvin cand.cur, sum er sjúkrarøktafrøði á kandidatstøði
* Eisini tikið útbúgving sum tekniterapeut
* Hevur júst vart PhD ritgerð um krabbamein og vón
* Hevur arbeitt við ritgerðini í seks ár
* Fyrsti partur sum kom út í 2005 er longu heimskendur
* PhD ritgerðir verða vanliga prentaðar í 50 eintøkum, men áhugin var so stórur, at tey vóru rivin burtur, so nú verður hon endurprentað í 200 eintøkum
* Ætlanin er at seta á stovn eina serútbúgving, sum skal geva læknum og sjúkrasystrum førleikar í at geva sjúklingum vón