Jústinus Leivsson Eidesgaard
Árini 2002-2004 var eg javnan gestur á Landsskjalasavninum í samband við kanningararbeiði í ævisøguni um Kaj í Hvannasundi. Í lesistøvuni komu javnan fólk, sum ein so spakuliga lærdi at kenna. Tað var ikki altíð, at ein kom í prát beinanvegin. Øll vóru upptikin av sínum, sótu í djúpun tonkun leitandi dag eftir dag. Av hesum fólkum, sum tá sótu og granskaðu síggjast bøkur prentaðar í dag, meðan onnur ikki hava granskað við útgávu fyri eyga.
Petur Jacob Sigvardsen, rithøvundur og Absalon Absalonsen, rithøvundur úr Vági vóru báðir javnan at síggja á lesistovuni, og teir eru báðir komnir við útgávum í ár, sum millum annað eisini byggja á hetta granskingararbeiði.
Í kvøld siti eg við verkinum frammanfyri mær: Torvið í Føroyum. Úrslitið av 25 ára kanningararbeiði og eg kenni ikki sørt eyðmýkt, at skriva nøkur orð um hesar reglur. Eg skrivi av huga, evnið hevur mín áhuga, og mær hevur unnast at fylgja við arbeiðinum hjá høvundanum seinastu árini, har vit hava havt mangt prátið um gransking í samband við bókaskriving. Eg havi kent Petur Jacob Sigvardsen um ein starvsfelaga við nógv størri royndum enn eg. Og hvussu skrivar mann um eina torvsøgu, her er einki fordømi, talan er um frumarbeiði frá fyrsta stavi so at siga.
Í Oyndarfirði varð sagt um gjáarmenn, tá íð eg var smádrongur, at teir vóru so fjantutir. Gjáarmenn hava helst sagt okkurt líknandi um oyndfirðingar sjálvandi, tí her er ikki talan um annað enn spegling.. Søgan um torvið er í hvussu er ikki nakað fjant. Hon er ein neyv gjøgnumgongd av søguni hjá okkara fremstu fyritreyt fyri lívi í Føroyum gjøgnum alla søguna. Torvið var fortreytin fyri at føroyingar kundu fáa fløva í døgurðapottin, hita í súpanina, hita í kroppin.
Tá íð eg var smádrongur í Oyndarfirði fyrst í sekstiárunum var bara ein eftir, sum skar torv. Tað var John í Stovuni, sum hevði eina krógv frammi á Fløtum. Hann skar torv fram til at konan doyði í 1965, síðan gavst hann og primusurin tók yvir og hitaði henda einsamalla einkjumann.. Hann doyði í 1976 og átti tá einasta húsið í Oyndarfirði uttan elektrisistet. Eg minninst enn hvussu hann skar, hvussu hann fekk torvið til høldar og hvussu hann pyntaði krónna við gomlum sekkjum oman á.
Torv er í dag søga og eisini nostalgi, ein syrgin afturtrá til eina farna tið, sum ongantíð kemur aftur. Verkið hjá Petur Jacob Sigvardsen slær hetta fast í seinasta bindinum uttan beinleiðis at siga tað. Føroyingar nýta í dag 70 ferðir so nógva sum vit nýttu í árunum 1769-1945 árliga í meðal. Tað vil siga, at um føroyingar framvegis nýttu torv, so var einki torv eftir.
Ein ferð gjøgnum okkara søgu
Tað er ikki hissini søga Petur Jacob Sigvardsen leiðir okkum í gjøgnum í verkinum. Innihaldsyvirlitið er ræðandi í fyrstu atløgu. Her er talan um 2000 síður av gransking. Talið er ørandi. Eg veit hvat eg tosi um. Sjálvur havi eg lagt góðar 800 síður úr hondum í einum ævisøguverki, sum helst fer at telja millum 1200-1400 síður og eg hugsi við mær sjálvum, hesin gjáarmaður hevur sanniliga hildið høvdið kalt at halda skil á einum so rúgvusmiklum evni. Her er ikki talan um ein eydnuriddara, sum tveitir nakrar síður út á jólamarknaðin fyri at skúma nakrar lættvunnar krónur. Her er talan um tilfar, sum er frumkent, loyst úr lagdi, meitla flís fyri flís úr hørðum gróti.
Eg blaði og blaði. Noturnar eru nógvar, skundi mær aftur um í bókunum fyri at vita hvønn uppruna tær hava. Knappliga 3000 kelduávísingar liggja til grund fyri verkinum. Høvundurin leikar við opnum kortum. Her er ikki talan um stuldur. Tú fær greitt at vita hvar høvundurin hevur upplýsingarnar frá. Sum ein annar journalistur er hann farin út í markina at gera samrøður. 121 bandaðar samrøðureru sáaðar gjøgnum verkið og tær hjálpa lesaranum til eina heildarfatan. Her er ikki talan um vanliga føroyska frásøguháttin, har ein dulnevndur maður hevur sagt við ein annan, sum síðan sigur tað við ein triðja, sum síðan gevur tað víðari. Vit fáa at vita í verkinum hvør tað er sum sigur hvat í flestu førum, og tað styrkir verkið.
Hvat er torv? Torv hevur fyri føroyingin verið brenni so langt aftur nakar kann minnast. Og torv er eisini nakað annað. Torv er turkaður mógvur og mógvur er plantusøga okkara 8000 ár aftur í tíðina. Mógvur verður gjørdur, har vøkstur veksir skjótari enn følnaði vøksturin rotnar. Mógvur er tað sum er vaksið á slættlendi og í líðum í Føroyum síðan seinasta ístíðin trekti seg aftur fyri 10.000 árum síðan. Hetta lýsir Petur Jacob Sigvardsen greitt og hann sitir ikki og yrkir. Hann nytir fakmenn sum keldu, hann vísir hvat aðrir granskarar hava funnið fram til. Torv er ikki serføroyskt. Nógv torv er eisini at finna í okkara grannalondum og teirra háttur at hagreiða torv minnir nógv um føroyska, hóast frávik eru.
Petur Jacob Sigvardsen er djarvur, tá hann lýsir plantusøga okkara gjøgnum torvið. Hann vágar enn longur aftur enn 6000 ár. Og hetta er markið bíblian setir fyri aldri jarðarinnar. Tað eru fólk í Føroyum, sum taka hetta bókstaviliga og eg stoytti á trupulleikan, tá íð eg í ævisøguverkinum um Kaj skrivaði um jarðfrøðiliga upprunan á Svalbard, sum eisini gongur mangar milliónir aftur í tíðina. Eg varð uppringdur um hetta og royndi at verja meg við at hjá Gudi er ein dagur sum túsund ár og túsund ár sum ein dagur. Eg fekk ikki viðhald av týdningi av tí illa í telefonini. Og menningarlærar fellir eisini saman við skapanarlæruni, tí granskarar eru í dag á einum máli um, at menniskjanmenti sítt ego og flutti seg frá djórahugsan og til mannahugsan fyri umleið 6000 árum síðani, tá ið hon fór at dyrka jørðina og at halda djór annað enn hundar.
Petur Jacob Sigvardsen hevur umframt at skriva breiðu torvsøguna, eisini skrivað lokalu torvsøguna fyri alt landið og tað er eitt megnarverk. Seinasta summar var eg í Kalsoynni og ferðaðist. Vit hildu til á Húsum og ein dagin gekk eg mær niðan á Húseið fyri at niðan á syðsta tindin av teimum trimum, sum vit síggja á Kalsoynni úr Oyndarfirði. Alt var ørvísi her uppi og eg mundi ikki kent heimbygd mína aftur úr hesum vinklinum. Her uppi vóru nógvir torvheiðar og fleiri gróthús til torv. Eg hugsaði um torvsøguna hjá Petur Jacob, meðan eg gekk her upp. Næstuferð kann eg hava hana við, og so veit eg um torvsøguna í Kalsoynni ella aðra staðni í landinum við.
Eg eri sjálvur ein av keldunum hjá Petur Jacob. Ikki er tað nógv eg sjálvur havi lagt til hesa søgu, okkurt smávegis hagan eg eri ættaður. Men høvundurin hevur endurgivið meg so orðarætt og er mín pinkulítli partur í verkinum ósannur, so er hann login fyri høvundanum. Nærlagni gongur fram í øllum verkinum.
Málsliga er verkið gott foroyskt og sýnir trúfesti móti tí málstevnu sum Setrið hevur gingið á odda fyri. Pláss eigur av vera fyri slíkum málburði í einum so ríkum máli sum tí føroyska, eins og pláss eisini eigur at vera fyri máli, sum liggur eitt sindur longur burtur frá og nærri tí gerandisliga, tí máli, sum í dag verður nýtt á mannatungu. Hvat er foroyskt? Her er eitt boð. Føroyskt verður nokk altíð tað málið sum livandi føroyingar tosa, styðjaðir av monnum, sum vilja halda føroyskt á upprunakósini.
“Torvið í Føroyum” eigur at vera ein fyrimynd fyri komandi føroyskar siðsøguskrivarar. Petur Jacob leggur her ein leist, sum ger siðsøgu trúverdiga. Hesin leistur er arbeiðskrevjandi, men hann gevur eisini dygd og søgan er eftirfarandi.
Stjørnumyndin Karlsvognurin hevur sjey stjørnur og hesar mala kring Norðstjørnuna. Tær hava malið langt áðrenn nakar mógvur var í Føroyum og tær eru tigandi vitni til hvussu teir fyrstu føroyingarnir búleikaðust og hvussu áðrenn mógvurin vakt, teimum til hita. Eg takki Petur Jacob Sigvardsen fyri verkið og gevir honum fullan Karlsvogn, minni kann ikki talan vera um.