Uttan tey lokalu var eingin rørsla

Í døgunum 3. til 6. mai hevur Heimamissiónin ársmøti sítt í Nesvík. Heitið fyri tiltakið er “Við meistarans føtur”.
Umframt møti og framløgur, verður eisini orðaskifti um arbeiðið, sum verður gjørt í teimum lokalu missiónshúsunum.

Eins og undanfarin ár verður leguhúsið í Nesvík karmur um ársmøtið.Byrjað verður hóskvøldið við sangmøti og vitnisburðum, har Glyvra Streingjakór, Magni Christiansen og sangbólkurin Miktam úr Kollafirði luttaka. Seinni um kvøldið er aftur vitniløta við sangi.Dagin eftir – sum er dýri biðidagur – verður áhugaverdur pallborðsfundur klokkan 15. Her verður orðaskifti um eitt samleikaskjal, sum Heimamissiónin hevur gjørt fyri tey lokalu arbeiðini.Her kann væntast eitt lívligt orðaskifti, tí lagt er upp til at fólk siga sína hugsan um hetta skjalið, - um tað gevur teimum frælsi at virka ella um tað hinvegin kann virka sum ein forðan.Við hetta pallborðið sita formaðurin í Heimamissiónini, Thomas Dam, Maja Jacobsen úr Havn, Jan Johannesen úr Miðvági og Jørmund Foldbo úr Leirvík.Tráðurin úr hesum orðaskiftinum verður tikin uppaftur leygarmorgunin, tá viðurskiftini hjá teimum lokalu arbeiðunum verða lýst og umrødd.Á skránni fyri ársmøtið eru annars møti, gudstænastur, nógvur sangur, eins og tiltøk fyri allar aldursbólkar.Sjálvboðið arbeiði- Grundarlagið undir okkara rørslu eru júst staðbundnu samfeløgini, verður sligið fast. Kring landið hevur henda rørlsan arbeiði í fleiri enn 40 støðum, umframt tað at møtir verða hildin á øðrum støðum. Størsti parturin av hesum verður gjørdur av sjálvbodnum fólki. - Uttan hendan sjálvbodna gerningin, og uttan at stórur trúskapur varð lagdur í tænastuna, ja, so var als einki heimamissiónsarbeiði í Føroyum yvirhøvur, verður sagt.
Tað er oftast úti í hesum lokalu samfeløgunum, at tað veruliga vekingararbeiðið fer fram.
Nú verður so høvið hjá teimum, ið kenna seg heima í Heimamissiónini at koma saman fyri at styrkja hvønn annan í felagsskapinum og tosa um arbeiðið.