Uttan áskoðarar í Sarajevo

Hondbóltslandsliðið leygardagin spælir í Sarajevo, verður hetta uttan áskoðarar. Tá Bosnia í juni mánaði spældi undankappingardyst móti Ungarn, gjørdu áskoðararnir somikið nógv um seg, at dómararnir noyddust at blása dystin av. EHF viðgjørdi hendingina, og umframt eina bót á 7.500 eurur, skal Bosnia spæla teir báðar komandi heimadystirnar uttan áskoðarar. Og tann avgerðin stóð við, hóast bosniskia hondbóltssambandið kærdi.