Uttan pengar ongin mentan

Niels Halm hevur brúkt nógva orku til at skapa nýggjar inntøkukeldur til Norðurlandahúsið. Krúnan á verkinum er nýggi tilbygningurin Athøll, sum skal lokka vinnulívsferðafólk til Føroyar. – Uttan pengar, ongin mentan, sigur hann í samrøðu við Sosialin


Hvør einasti stjóri í Norðurlandahúsinum hevur havt síni serligu eyðkenni og dygdir, og hava fingið eitt ávíst eftirmæli og pláss í hjørtum føroyinga. Allir hava teir eisini havt sína samtíð og fortreytir at virka undir, umframt at ávikavist hugburður og játtanir til mentan og list skifta sum vindurin blæsur – eisini í Norðurlandaráðnum.

Síðstu árini hava eyguni hjá Norðurlandaráðnum í alt størri mun kaga út í heim. Sostatt er politiska rákið í løtuni, at siktið eigur at vendast úteftir, heldur enn inn móti hvørjum øðrum og okkum sjálvum, fyri á tann hátt at brynja okkum til globaliseringina. Seinasta stigið í hesari tráan eftir einum norðurlendskum leikluti á alheims leikpalli er eitt uppskot um at játta ikki færri enn 60 milliónir krónur til globaliseringsverkætlanir. Peningur, sum skal koma frá játtanum til mentan, útbúgving, gransking og øðrum norðurlendskum samstarvsgrunnum. Hetta hevur eitt nú havt við sær, at í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2009 frá Norðurlandaráðnum, verður skotið upp at skerja játtanina til mentan við fimm prosentum. Hetta fekk í síðsta mánað formannin í mentanarnevndini hjá Norðurlandaráðnum, Wegendal, at siga sessin frá sær sum mótmæli.

Hesin drúgvi inngangur fortelur rættiliga nógv um samtíðina og fortreytirnar, sum verandi stjóri í Norðurlandahúsinum, Niels Halm, virkar undir.


Peningur má til

- Tá eg tók við starvinum fyri góðum trimum árum síðani, setti eg mær fyri at dagføra húsið og at føra nakað nýtt til tað, sigur hann.

Hjartabarnið bleiv sostatt nýggi tilbygningurin Athøll, sum nú verður tikin alment í nýtslu í sambandi við 25 ára haldið. Við nýggja bygninginum vónar Niels Halm at kunna økja um inntøkugrundarlagið hjá Norðurlandahúsinum. Millum annað til fleiri stórar altjóða ráðstevnur og vinnulívsturismu, sum vit longu hava upplivað við vitjanunum hjá Clinton og Gore.

- Eg havi brúkt stóran part av mínari orku og tíð til at fáa fígging til vega til nýggja bygningin, og at finna framtíðar samstarvspartnarar, sum kunnu vera við til at tryggja eitt framhaldandi høgt og fjølbroytt støðið á mentanarliga og listarliga útboðnum í húsinum, sigur Niels Halm. Hann ivast ikki í, at Føroyar og Norðurlandahúsið eru eitt attraktivt ferðamál hjá vinnulívsfólki og granskarum, tá ráðstevnur skulu haldast.

- Her er ein heilt serlig atmosfera í Føroyum, sum fólk uttan iva vilja ferðast langt fyri at uppliva. Stórbara náttúran og krunkasvarti náttarhimmalin eru bert dømi um serkenni, sum vit eiga at bjóða útlendskum gestum, sigur Niels Halm.

Hann viðgongur eisini, at orsøkin til, at hann hevur nýtt so nógva orku til júst hetta er, at Norðurlandaráðið longu hevur signalerað, at húsið skal byggja upp eitt samstarv millum vinnulív og mentan. 

- Røddir eru alla tíðina frammi um, at meira orka og peningur skal leggjast í at møta globaliseringini. Tí eru vit sjálvandi eisini noydd at fylgja við, og at laga okkum til tann veruleika, sum vit liva í, sigur Niels Halm. Í hesum sambandi vísir hann á, at tað hevur stóran týdning fyri umdømið hjá húsinum at hýsa vitjanum sum tær hjá Clinton og Gore.


Endamálið óbroytt

Spurdur, hvat endamálið so er við húsinum, trívir Niels Halm í upprunaliga endamálið, sum framvegis er galdandi: Endamálið við Norðurlandahúsinum er at fáa norðurlendska mentan til Føroyar og at fáa føroyska mentan til onnur norðurlond umframt at stuðla føroyskari mentan.

- Men fyri at stuðla sjálvstøðugari mentan og list, mugu vit eisini hava nakrar tryggar inntøkur at stuðla við. Sostatt er primera uppgávan ikki broytt, sigur Niels Halm.

- Man má altíð menna seg, tí onki er støðugt. Og vit noyðast at fylgja við og at endurnýggja okkum, hugsa innovativt, fyri á tann hátt at skapa grundarlag fyri øllum virkseminum, sigur Niels Halm, sum ikki sær hetta sum nakran trupulleika, men heldur sum eina stóra avbjóðing.

Uppá spurningin, um Norðurlandahúsið livir eina ótrygga tilveru, drálar hann eitt sindur, men svarar til endans, at tey kenna ikki fíggjarkarmin fyri 2009. So tað sigur næstan seg sjálvt.

- Globaliseringin skal hava sítt nú, so vit mugu royna at hugsa kreativt fyri at halda støðinum uppi, staðfestir hann. Kortini hevur húsið fingið størri játtar seinastu árini, tí tað hevur átikið sær ávísar umsitingarliga uppgávur fyri Norðurlandaráðið á mentunarøkinum.


Norðurlond fyrimyndir

Ofta verður spátt um framtíðina. Men hvør verður støðan hjá Norðurlandahúsinum um tíggju ár sambært Niels Halm?

- Um tíggju ár er sjálvandi hend ein stór broyting. Ongin ivi er um tað. Serliga um vit hyggja suðureftir rokni eg við at elligamla norðurlendska samstarvið verður fyrimyndin fyri aðrar regiónir í EU, sigur Niels Halm. Hann vísir í hesum sambandi á, at EU er týdningarmikið sæð frá einum búskaparligum sjónarhorni, men samfelagsliga sæð gongur norðurlendska samstarvið á odda, tí londini líkjast so nógv. - Tí eiga vit ikki at undirmeta samstarvið, men heldur víðka tað, ikki minst innan gransking, mentan og útbúgving, sigur Niels Halm, sum roknar við at halda fram í starvinum, tá fýra ára skeiðið er runnið. Hetta hevur stýrið í øllum førum heitt hann á.

- Har eru framvegis fleiri snøklar, sum skulu greiðast, millum annað fyri at fáa nýggja útboðið marknaðarført, og allan teknikkin at virka. So eg ynski ikki at sleppa arbeiðinum, meðan tað enn liggur á hálvum gekki, sigur hann.


Saknur í listastevnuni

Listafólk hava ofta fýlst á, at Listastevnan varð tikin av, tá Niels Halm tók við stjórasessinum. Hetta var annars avrik, sum undangongustjórin, Helga Hjørvar, stóð á odda fyri. Til hetta sigur Niels Halm, at hóast Listastevnan var eitt gott initiativ, so var tað ein altjóða stevna, heldur enn norðurlendsk.

- Trupulleikin var eisini, at húsið stóð einsamalt – bæði fyri tiltakinum og fyri allari fíggingini. Og av tí, at stevnan lá á markinum fyri okkara virkisøki, so metti eg ikki, at vit høvdu ráð til at halda fram við henni, sigur Niels Halm, sum heldur hevði spjatt vágan, við at fáa fleiri samstarvspartnarar við, serliga til fíggingina.

- Men eg havi hoyrt, at góð fólk eru í ferð við at skipa fyri onkrum líknandi aftur, og tá eru vit sjálvandi áhugað í at leggja pallar og líknandi til. Men eftir mínum tykki, skal Norðurlandahúsið ikki taka stig til og einsamalt standa sum fyriskipari av so stórum tiltøkum, tað eru ráðini snøgt sagt ikki til, sigur Niels Halm. Hann forklárar víðari, at húsið hevur karmarnar og eina organisatión, sum skal samstarva við mentanarumhvørvið um tiltøk.

- Men hugskotini, initiativini og drívmegin eiga at koma frá listafólkunum og feløgum teirra, tí tey vita best, hvat tey hava at bjóða, hvat er spennandi og nær rætta løtan er, sigur Niels Halm, sum sigur seg hava trivist sera væl í Føroyum hesi síðstu trý árini. Ikki minst hevur hann havt stóra fragd av føroysku náttúruni, bæði í góðum og ringum veðri.

- Eg eri natúrumenniskja og gangi nógv í haganum. Og tað er ongin trupulleiki at ganga í vánaligum veðri, regni og mótvindi, bara tú kennir leiðina, tú ganga skalt, sigur hann at enda.