Nú er hann á fótum aftur og hevur greitt frá, hvussu hann hevði tað, meðan hann var smittaður og sjúkur.
- Eg má viðganga, at eg var sjúkur. Fepurin var rímiliga høgur, næstan 39, og tað er nógv hjá einum "gomlum" manni sum mær, sigur 60 ára gamli borgarstjórin brosandi.
Hann vísir á, at hann ikki kendi seg at vera í nøkrum vanda, men sjúkan minti mest um krím. VG hevur skift orð við borgarstjóran, sum greiðir frá tilgongdini og sjúkuni.
- Eg má siga, at tað var einki serligt at sita avbyrgdur í so nógvar dagar, men eg má rósa konu mín fyri umsorganarfult at hava tikið sær av mær.
Borgarstjórin hevur ikki ánilsi av, hvør hevur smittað hann, tí hann helt seg ikki hava havt nakað nærsamband við fólk, hann ikki kennur. Hann hevði verið til jarðarferð, og hann hevði verið til handils.
- Eg síggi tað soleiðis, at tú saktans kann vera smittaður - uttan at hava nakra orsøk til at halda, at tú ert smittaður.
Raymond Johansen sigur, at hann partvís hevur mist lukti-og smakkievni, og soleiðis er tað framvegis. Hann er ógvuliga glaður fyri, at hann hevur fingið tvær koppsetingar.
- Eg eri asmatikari, og tískil stúrdi eg fyri andarásini. Eg trúgvi, at eg havi havt tað nógv verri undir sjúkraleguni, um eg ikki hevði havt fingið tvær koppsetingar, sigur hann við VG.