- Uttan kandifloss eingin ólavsøka

Vinkonurnar Elita Falkvard og Jensia H. Gaardlykke úr Miðvági vóru niðri á Eystaru Vág, tá kappróðurin var fyrr upp á dagin.

"Kappróðurin er nakað serligt fyri okkum, tí vit hava sjálvar róð, so áhugin er nógv av tí orsøk," sigur Elita.

"Vit halda við Riddaranum úr Miðvági. Hann gjørdist føroyameistari, so tað var ordiliga deiligt," sigur Jensia.

Miðvágsgenturnar eru á einum máli um týdningin av teimum føroysku klæðunum.

"Eg eri altíð í teimum. Nú eru ikki so øgiliga nógv høvi at fara í tey, so á ólavsøku eri eg altíð í teimum," sigur Elita.

"Ja," sigur Jensia og heldur skemtandi fram, "vit eru føroyingar, og teir eta skerpikjøt og ganga í føroyskum klæðum."

"Eitt annað, sum hoyrir til ólavsøkuna, er kandifloss. Hatta ljóðar kanska eitt sindur barnsligt, men eg elski kandifloss. Ein ólavsøka uttan kandifloss er ikki tað sama," sigur Elita flennandi, men skoytir uppí, "eg keypi tó onga ballón."

"Hæddarpunktið, vildi eg mett, er midnáttarsangurin í morgin, tá øll eru savnað og syngja við," sigur Jensia at enda, áðrenn teir fara víðari og hvørva í mannamúgvuni.