Uttan fyri Garðar í Hoyvík

Tann 1. august var ættarmót í Hoyvík.

 

Nú er Hoyvík á odda í so mongum, eitt nú í barnatali, men í túsund ár var

bert eitt hús í bygdini, sjálvur garðurin mitt í bønum við víkina.

 

Ì 1835 komu eini hús afturat. Eins og so mangir hoyvíkingar í dag komu tey

aðrastaðni frá. Maðurin var Símun, traðarmannasonur av Glyvrum, og

húsmóðirin var Charlotta, dóttir leigulendingin á Geilargarði Úti við Á í

Kaldbak. Tey fingu fýra børn. So doyði Lotta. Símun giftist uppaftur við

Johonnu, sum var fødd í Forna á Nesi, og tey fingu tvey børn. Tað vóru um

300 av eftirkomarum hjá hesum niðursetufólkum, sum møttust síðsta leygardag.

 

Fyrst á skránni var samkoma í Havnar kirkju, har Marjun Simonsen, dóttir

Esbern bankastjóran, sum var langabbasonur Símun, helt fróðarfyrilestur um

lív og ævi Símunar. Hon legði fram eina frálíka enska týðing av

fyrilestrinum, og tað kom væl við hjá teimum eftirkomarum, sum ikki skiltu

føroyskt. Hesir vóru komnir úr Noreg, Danmørk, Onglandi og USA. Eitt, sum

Marjun vísti á, var at Símun hevði goldið rættiliga nógv fyri sessin hjá

húskinum í hesi kirkju, har hann kom oman til gongu hvønn sunnudag. Ein av

eftirkomarunum, Jóhan hjá Esbern Simonsen í Saltangará, hevði áhugaverda

framløgu um hesa gomlu kirkju.

 

Vitjan á kirkjugarðinum

 

Síðan gekk leiðin út á kirkjugarðin á Svínaryggi, har øll av teimum fyrstu

ættarliðunum eru grivin. Har segði Julianna Klett, langabbadóttir Símun,

nøkur góð orð, og var hetta ein sera hugfarslig løta, har vit sóu nógvar av

teimum gravsteinum, sum Óli Jacobsen hevur skrivað so hugvekjandi um.

 

Á middegi vóru vit í Studentaskúlanum, har Óli Simonsen greiddi frá tí

tilfari, sum Sverri Joensen hevur funnið fram til um ættina og lagt fram í

bók síni um Høgaból. Haðani gekk leiðin niðan á Hamarin, har ein minnispláta

varð avdúkað um Símun og báðar konur hansara. Sigurd Simonsen, sum framvegis

er virkin í ferðamannavinnuni sum stjóri á fyritøkuni Hoyviking Tours, hevði

mergjaða røðu um langabba sín, og helt hann hana eisini á enskum. Myndatøka

fór fram við flaggstongina í Hoydølum, har torvheiðar vóru í 1835 og haðani

klyvjarossini fóru niðan gjøgnum Hoydalsbrekkuna um Rossaliðið, sum Símun

hevði gjørt í tann seyðahøga garðin, hann lagaði um alla trøðna eins og

allan tann gamla bøin í Hoyvík.

 

Óført borðhald

 

Gestirnir fingu síðan høvi til at støkka inn á gólvið í húsunum hjá

skyldfólkum, ið búgva á trøðni Uttan fyri Garðar, og har bar til at hitta

mong.

 

Um kvøldið var óført borðhald í studentaskúlaaulini við røðum og sangi, sum

Sigrið Sivertsen hjá Magnusi, sum er sonur Jógvan hjá Símun og Johannu á

Høgabóli, skipaði so væl fyri. Har varð eisini framløga av einum prentaðum

bóklingi við yvirliti yvir alla hesa fjølbroyttu ætt, sum Eydna Fosaa hevur

greitt hegnisliga úr hondum.

 

Aftaná var góður føroyskur og enskur dansur, og semja var um, at tey, sum

høvdu verið í fyrireikingarnevndini, Símun Mittún, Eydna Fosaa, Annleyg

Patursson, Julianna Klett, Hans Simonsen og Hannelena Mittún, høvdu gjørt

eitt vala verk og høvdu mikla tøkk uppiborna fyri tað, tey høvdu útint.

 

Zakarias Wang

skyldmaður