Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, er ikki serliga bilsin av støðuni, sum tey trý manningarfeløgini hava, nú tey hava noktað limum sínum at sigla við strandfaraskipunum jóladag.
- Tað sigur seg sjálvt, at teir mugu fáa sáttmálaviðurskiftini í rættlag, áðrenn siglt verður. Er tað veruliga so, at mann heldur tað bera til, at manningin verður rópt til arbeiðis jóladag, uttan at hetta verður samsýnt við í minsta lagi dupultari løn, so hevur mann misskilt eitt ella annað. Ella heldur mann seg framvegis liva í tíðini, tá tað bar til hjá arbeiðsgevaranum at boðsenda fólki, nær tað skuldi vera, heldur Henrik Old, sum eisini vísir á, at manningarfeløgini eru noydd til at verja síni rættindi.
- Slík siglin rakar jú fleiri fólk. Eitt nú eru fólk á landi, sum skulu binda á loysa, tá Smyril leggr at og fer, og tey hava sínar sáttmálar at halda seg til. Manningarfeløgini hava ikki sáttmála um jóladag, og slaka tey nú, so er sjálvandi vónleyst at vinna tann partin aftur, sigur Henrik Old.
Lesið eisini: Ódámligur starvsfólkapolitikkur
Hann sigur víðari, at nú tað bara eru tveir dagar til jóla, ber illa til hjá tingfólki at leggja seg í málið, men hann heldur, at hetta er nakað, sum landsstýrismaðurin má fáa í rættlag. Ikki minst, tí hetta eru viðurskifti, sum á ongan hátt skuldu komið óvart á.
- Eg nevndi hetta sjálvur, tá málið var til viðgerðar. Tá var landsstýrismaðurin ikki hjástaddur, so hann kundi ikki svarað, men eg fekk tó at vita, at hetta var ein samráðingarspurningur, sum skuldi loysast. Vit fáa illa gjørt annað enn at lata Lønardeildina og Strandferðsluna um at avgreiða málið, og megna tey ikki tað, so er tað teirra skomm. Ella eisini má landsstýrismaðurin leggja uppí, so hetta kemur í rættlag. Tað er í øllum førum uttan fyri alt mark, um tú heldur, at manningin ikki skal hava eykaløn fyri hetta. Hetta er so upplagt, sum nakað kann vera, staðfestir Henrik Old.