Uttøkukapping í Triathlon

Føroya Triathlon Felag skipaði leygardagin kl. 13.00 fyri úttøkukapping til Oyggjaleikirnar í 1/4 triathlon, sokallaða OL-teininum, sum er 1500 m svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning

Triathlon

Sami teinur er hjá kvinnum og monnum.
Fyrst verður svomið 1500 m í Svimjihøllini, síðani súkklað 40 km. eftir Ringvegnum, Hvítanesvegnum og Kaldbaksvegnum til Kaldbaks, Kaldbaksbotn, Kaldbaks, og so aftur til Havnar, til Skógrøkt Landsins, har skift verður til renning.
Runnið verður síðani tvær ferðir eftir vegnum Fram við Strond til Føroya Sparikassa, og aftur til Skógrøkt Landsins, har málið er.
Tað er soleiðis í triathlon, at tá skift verður millum ítróttagreinirnar, mugu íðkararnir eisini skifta í klæðir, sum hóska til ítóttagreinina. Fyrsta skiftið er frá svimjingini til súkklingina, og skal íðkarin renna frá svimjihylinum til súkkluna, sum stendur uttanfyri, á vegnum skal so hann skifta í súkkluklæðir.
Annað skiftið er frá súkkling til renning, og er tá ?bara? at fara úr súkkluskónum og í renniskógvarnar, og so avstað, tað skiftið sæst tó ikki niðanfyri.
Hesi skifti verða ofta rópt ?gloymda ítróttagreinin?, tí íðkararnir geva skiftunum ov lítlan ans, og missa nógva tíð óneyðugt. Ofta er munurin fleiru minuttir, og serliga ein dag sum hendan, tá tað var nógvur vindur, regn og kalt.
Verður hugt eftir úrslitatalvunum, sæst ein stórur munur í tíðunum til skiftini, og er hetta tí at íðkararnir lótu seg væl í hendan dagin, tí ikki er tespuligt at fara út við vátum hári, stuttum ermum og stuttum brókum.
Ein góðan summardag verður gjørt nógv skjótari av, og kunnu tá skjótastu íðkararnir skifta millum svimjing og súkkling upp á minni enn 1 minutt.
Eftir kappingina varð endaliga Oyl-liðið úttikið, og er samansetingin av hesum soleiðis. Hjá monnum verað tað Beinir Rasmussen, Gudmundur Joense, Kári Simonsen og Eyðtór Joensen, sum mannað liðið. Tær báðar kvinnurnar verða Joan Bláfoss og Elisabeth Rasmussen

Tíðirnar í kappingini vóru annars hesar

Nr.NavnSvimjingSkiftSú/16 km.Sú/24 kmSú/40 km.Renn/5 km.Renn/ 10 kmSamlað_
1.Beinir Rasmussen25,332,2727,5014,5534,5524,2025,152,35,15
2.Gudmundur Joensen20.492.1132.5118.2640.4523.1123.562.42.07
3.Kári Simonsen28.173.1330.4516.4039.5525.2827.022.51.00
4.Eyðtór Joensen41.363.5429.5515.5035.5425.1325.452.56.10
5.Joan Bláfoss28.352.2831.4219.5541.5525.5025.472.56.12
6.Elisabeth Johannesen32.343.1835.3320.4045.4631.4933.343.23.30