- Fólk royna at fáa meg frá sum lærara. Mín familja er munnliga álopin fleiri ferðir. Eg mundi sjálvur blivið sligin niður. Alt bara tí, at eg eri kristin og havi stillað upp fyri Miðflokkin, sigur Rani Skaalum, sum spyr hvar toleransan móti teimum trúgvandi er blivin av.
Í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøturnar í kvøld og í morgin, kanst tú lesa um Rana Skaalum, sum hevur stillað upp fyri Miðflokkin seinastu tvey løgtingsvalini. Hansara royndir eru, at tey tolerantu eru júst tey mest ótolerantu í almenna orðaskiftinum. Men hvar kunnu tey "liberalu" og tey "konservativu" semjast?
Les meira í Vikuskiftis Sosialinum.