Útsøla av KT fólki

Fyrst vóru vit vitni til, at sjálvt fíggjarmálaráðið bjóðaði eitt starv til sølu á keypsportalinum. Treytirnar fyri at kunna ”ogna” sær starvi, var lutvíst fakligir førleikar og lutvíst hvussu bíligur viðkomandi var í løn. Førleikarnir, ið viðkomandi starvsfólk skuldi hava, vóru júst førleikar innanfyri KT.

 

Stutt eftir frættist, at peningastovnarnir hava  avgjørt at teirra netbanki skal brúka ein part av Nemid skipanini. Nú skulu vit øll hava eitt login frá Nemid fyri at koma inn í okkara netbanka. Tað kann ljóða skilagott, men haldi ikki at royndirnar, ið vit hava havt, higartil, við at peningastovnarnir fluttu øll síni peningaviðurskifti av landinum, ger at vit skulu leypa á leistum. Vit hava fingið eina skipan, ið als ikki er betur, enn tann ið vit høvdu og sum hevur kostað bankunum, og harvið viðskiftafólkum bankans, milliónaupphæddir.  Støðan hjá Elektron er viknað munandi og talið av ársverkum er minka við meir enn einum triðingi.

 

Vit fáa at vita at hesaferð snýr tað seg um trygdina í netbankanum, hon er ikki nóg góð og tí hava teir valt at brúka login partin av nemid. Samstundis hoyra vit føroysk KT fólk siga, í miðlunum, at skipanin hjá Elektron ”Mín lykil” er ein líka so góð og trygg skipan sum nemid.

 

Haldi bara tað er sera harmiligt, at bankarnir tykjast at loypa uppum, har garðurin er lægstur, aftur hesaferð. Gamaní eru teir ikki álagdir at vísa samfelagssinni og hugsa um føroysk arbeiðspláss, aðrastaðni er tað alsamt meira vanligt at virkir og stovnar, leggja stóran dent á, at tey vísa samfelagssinni og brúka hetta sum eina positiva reklamu fyri teirra virksemi.

 

Sum nú er, verður onki gjørt frá almennari síðu, fyri at stimbra okkara egnu KT vinnu, hóast vit gera stórar íløgur í at útbúgva okkara fólk, enntá við so góðum úrslitið, at tey eru nógv eftirspurd langt uttan fyri landoddarnar. Tað er hugaligt at okkara útbúnu fólk eru nógv eftirspurd uttanfyri landoddarnar, tað hevði tó verið munandi hugaligari um vit sjálvi eftirspurdu teimum at gera ein mun í okkara egna samfelag.

 

Eyðgunn Samuelsen,

tingkvinna fyri Javnaðarflokkurin