Onkrir av mest útskeldaðu spælarunum hjá Manchester United og Liverpool skoraðu avgerandi mál í 22. umfari í Premier League í dag. Chelsea staðfesti oddasessin við knúsandi sigri á Swansea.
Chelsea er framvegis oddalið í Premier League. Teir vunnu ikki minni enn 5-0 á Swansea á útivølli í dag. Swansea seldi í vikuni Wilfried Bony til Manchester City. At sígga til, so fór nakað at styrkini hjá Swansea við tí søluni.
Chelsea kom á odda longu aftaná ein minuttir og í hálvleikinum stóð 4-0. Tað vóru brasilsku Oscar og Diego Costa, sum skoraði hvør síni tvey mál. Tann seinni hevur tó spanskt pass og ríkisborgaraskap. André Schurrle setti punktum.
Útskeldaðir málskjúttar
Manchester United vann 2-0 á QPR á útivølli. Málskjúttin til 1-0 var tann so mangan útskeldaði Marouane Fellaini. Hann vann ikki hjørtuni á Manchester United viðhaldsfólkunum fara kappingarár, tá hann kom til felagið frá Everton. Nú sær eitt sindur betri út. James Wilson staðfesti sigurin í evstu løtu.
Tað vóru eisini tveir útskeldaðir spælarar, sum skoraðu fyri Liverpool, ið vann 2-0 á Aston Villa. Fabio Borini og Rickie Lambert hava ikki megnað at lyft arvin eftir Luis Suarez og skadda Daniel Sturridge.
Í dag skoraðu so á Villa Park. Fyrst legði Fabio Borini Liverpool á odda í fyrra hálvleiki, áðrenn innskifti Rickie Lambert økti í seinna hálvleiki, eftir at Aston Villa hevði trýst eina løtu.
Tottenham vann í evstu løtu, tá danski Christian Eriksen skoraði til 2-1 móti Suderland á heimavølli. Crystal Palace var eitt skifti aftanfyri 2-0 móti Burnley, men vann 3-2. Góð byrjan fyri Alan Pardew, sum er nýggjur venjari í felagnum.
Premier League 22. umfar:
Aston Villa – Liverpool 0-2
Burnley – Crystal Palace 2-3
Leicester – Stoke 0-1
QPR – Manchester United 0-2
Swansea – Chelsea 0-5
Tottenham – Sunderland 2-1