Útskeldað málmanshetja hjá City

Manchester City er Capital One Cup vinnari, eftir brotssparkskapping

Mynd: (Polfoto)

Willy Caballero bleiv hetjan, tá Manchester City í dag vann Capital One Cup finaluna móti Liverpool. Manchester City vann 3-1 upp á brotssparkskapping, eftir at tað stóð á jøvnum 1-1 eftir bæði vanliga leiktíð, og longda leiktíð.

 

Undan finaluni bleiv annars sett spurnartekin við Willy Caballero, tí hann spælir allar steypadystirnir, meðan Joe Hart í aðrar mátar er fyrsta val. Manuel Pellegrini valdi tó at standa við argentinska málverjan, sum bjargaði iki færri enn tríggjar ferðir í brotssparkskappingini.

 

Fernandinho legði Manchester City á odda, meðan Philippe Coutinho javnaði fyri Liverpool stutt fyri vanliga leiktíð. Samanumtikið var Manchester City betri leikliga, men bæði liðini høvdu møguleikar at avgera dystin áðrenn tíð.

 

Capital One Cup finalan:

Liverpool - Manchester City 1-1 (0-0) (1-3 eftir br.)

0-1         Fernandinho, 49

1-1         Phillipe Coutinho, 83

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)