Ringa veðrið í gjár bar við sær, at hondbóltsdystir, ið sambært skránni skuldu spælast, vórðu útsettir, og ístaðin verða hesir spældir í kvøld.
Hjá kvinnunum var talan um dystin millum Neistan og Stjørnuna, og hesin byrjar nú klokkan 18.30. Eftir hetta – klokkan 20 – spælir mansliðið hjá Neistanum móti verjandi meistarunum úr KÍF.