Um vikuskiftið verður fjórða umfar í landskappingini. Spælararnir á landsliðunum – A-landsliðnum og U-21 landsliðnum – eru aftur í Føroyum, og nú verður fokus snarað frá altjóða uppgávunum og til heimligu landskappingina.
Støðutalvan vísir, at ein dystur av teimum í triðja umfari framvegis ikki er spældur. Tað er uppgerðin í Sarpugerði millum Víking og AB. Tann dysturin varð útsettur, tí tað var so nógvur høgættarvindur í Gøtu.
Nú er avgjørt, at útsetti dysturin verður á krossmessu, sum er týsdagin 3. mai.
Í fjórða umfari verður spælt soleiðis
B68 – HB: Kári J. á Høvdanum leygardagin kl. 16.00
AB – Skála: Petur Reinert leygardagin kl. 17.00
NSÍ – KÍ: Alex Troleis sunnudagin kl. 18.00
EB/Streymur – 07 Vestur: Rúni Gaardbo sunnudagin kl. 15.00
B36 – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen sunnudagin kl. 15.00
Støðan
HB | 3 | 3 | 0 | 0 | 9 | 2 | 9 |
KÍ | 3 | 3 | 0 | 0 | 6 | 0 | 9 |
B68 | 3 | 1 | 1 | 1 | 5 | 6 | 4 |
B36 | 3 | 1 | 0 | 2 | 4 | 3 | 3 |
Víkingur | 2 | 1 | 0 | 1 | 4 | 4 | 3 |
EB/Streymur | 3 | 1 | 0 | 2 | 5 | 7 | 3 |
NSÍ | 3 | 1 | 0 | 2 | 5 | 10 | 3 |
07 Vestur | 3 | 0 | 2 | 1 | 5 | 6 | 2 |
Skála | 3 | 0 | 2 | 1 | 2 | 5 | 2 |
AB | 2 | 0 | 1 | 1 | 4 | 6 | 1 |