Útsetta klappjaktin í Trongisvági verður í morgin

- Heitt verður á fólk um at halda seg burtur úr økinum, meðan skotið verður, siga tey á Tvøroyri.

Ætlaða haruskjótingin - ella klappjaktin í Trongisvági - varð herfyri útsett, men nú verður roynt aftur í morgin, leygardagin 11. november. 

 

Viðrar í morgin, er ætlanin at fara undir árligu klappjaktina í Trongisvági. Tá klappjakt er, eru sum vera man nógvir skjúttar.

 

- Tí verður heitt á fólk um at halda seg burtur frá økinum, meðan skotið verður, siga tey, sum standa aftanfyri elligamla tiltakið í Trongisvági.

 

Farið verður til stroks beinanvegin, tað lýsnar í morgin, og steðgað verður ikki, fyrr enn tað skýmir aftur.

 

Á viðfestu myndini sæst á leið økið, har skotið væntandi verður í morgin, og her er talan um reyða økið á kortinum.

 

##med2##

 

Klappjaktin í Trongisvági hevði annars 130 ár á baki í fjør. 

 

Meira kann lesast um hetta elligamla, serstaka og siðbundna tiltak á https://www.tvk.fo/divleita.asp?sid=5715&search=klappjakt&id=