Tóshavnar kommuna hevur tí avlýst summarsólstøðu í Sandagerði, sum skuldi verið í kvøld.
– Tiltakið er útsett til í annaðkvøld, 22. juni, klokkan 21, tá veðrið vónandi er frægari, skrivar Tórshavnar kommuna.
Sambært skránni fyri tiltakið, so verður byrjað við, at Ólavur á Váli spælir nøkur løg, meðan fólk savnast. Síðan verður felagssangur, røða, bál og føroyskur dansur. Skótarnir selja bollar og kaka.
Hesaferð verður tað Randi Kúrberg heldur røðuna.
Sangheftið sært tú her: