Útseta stórt tiltak í Vági

Nú verður tiltak í Vági eisini avlýst

(Mynd: Haukur Sigurðsson/Vágs kommuna)

Um vikuskiftið var ætlanin at gera nógv burtur úr hátíðarhaldi í sambandi við, at Verkið í Botni verður 100 ár. Vágs kommuna og SEV skulu standa fyri hátíðarhaldinum, sum eisini bjóðaði mentanartiltøk og annað.

 

Nú er avgerð tikin um, at »Ljósfest«, sum tey kallaðu hátíðarhaldið, verður útsett.

 

– Orsaka av øktu smittustøðuni í løtuni, verður mett at tað ikki er ráðiligt, at skipa fyri Ljósfest. Somuleiðis eru øll tiltøk í vikuni upp undir festina eisini avlýst, undantikið framsýningin hjá SEV í Miðlatúni, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.

 

– Tað harmar okkum almikið at kunngera hetta og at kunngera tað so seint, men okur hava bíða sum longst og fylgt væl við, hvussu støðan viðvíkjandi korona hevur útviklað seg. Vágs kommuna og SEV binda tí um heilan fingur og velja at útseta Ljósfestina.

 

Arbeitt verður við, at skipa fyri Ljósfestini í heyst.

 

(Mynd: Haukur Sigurðsson/Vágs kommuna)