Útselt til Norður-Írland móti Føroyum

10.500 áskoðarar vera til dystin millum norður-Írland og Føroyar á Windsor Park leygarkvøldið.

Norðurírska fótbóltssambandið boðar í dag frá, at tað er útselt til dystin millum Norður-Írland og Føroyar. Hetta merkir, at 10.500 áskoðarar vera til dystin millum norður-Írland og Føroyar á Windsor Park leygarkvøldið. FSF siga, at teirra millum vera 100 føroyskir áskoðarar.

 

Dysturin verður spældur klokkan 19.45 leygarkvøldið.