Sum flestum kunnugt fer 73 ára gamli beatlin, Sir Paul McCartney, saman við bólki sínum at vísa síni kynstur á Roskildefestivalinum leygardagin 4. juli.
Skilligt er, at maðurin er væl umtóktur, tí støku atgongumerkini til konsertina, eru longu útseld.
Sama hendi síðsta ár, tá ið The Rolling Stones vitjaði Roskildefestivalin. Stutt eftir, at atgongumerkini vórðu lýst til sølu, vórðu tey seld.
Tó ber til at fara til konsertina atlíkavæl og síggja og hoyra Paul McCartney. Tú skalt bert gjalda fyri allar dagarnar, og tað er rættiliga kostnaðarmikið.










