Útselt til landsdystin

Tey, sum enn ikki hava ognað sær atgongumerki til dystin ímóti Grikkalandi, eru ov sein.

Sølan av atgongumerkin til landsdystin ímillum Føroyar og Grikkaland 13. juni hevur gingið somikið væl, at FSF seinnapartin boðaði frá, at einans 292 atgongumerki vóru eftir.


Hesi boðini settu av álvara gongd aftur á søluna, og sambært atgongumerkjasøluni á heimasíðuni hjá FSF, eru nú eingi atgongumerki tøk í nøkrum bólki. Harvið er tað útselt longu smáar tvær vikur áðrenn dystin.


FSF skrivaði á heimasíðuni, at roknað varð við, at tað fór at verða útselt ein av komandi døgunum. Gravgangurin hevur tó verið størri enn væntað og nú er útselt til dystin, sum verður á Tórsvølli leygarkvøldið 13. juni kl.19.45.