Útselt til dystin móti Norðurírlandi

Tað tók smáar 12 tímar at selja øll atgongumerkini til landsdystin móti Norðurírlandi 4. septembur.

Áhugin fyri føroyska landsliðnum hevur valla nakrantíð verið størri enn júst nú. Besta dømi um tað eru allarhelst sølutølini fyri landsdystirnar.

 

Tað var nýtt met, tá atgongumerkini til landsdystin móti Grikkalandi longu vóru útseld 1. juni, nærum tvær vikur undan dystinum, men tað metið er longu væl og virðiliga sorað.

 

Eftir dystin móti Grikkalandi í gjárkvøldið vóru atgongumerkini til landsdystin móti Norðurírlandi, sum verður 4. septembur, lagt til sølu, og longu smáar 12 tímar seinni, vóru øll seld.

 

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, sigur, at góð 2500 atgongumerki vóru lagd út til almenna sølu í gjár, og váttar, at tey longu øll eru seld.