Anfinn Nielsen er framvegis væl umtóktur, tað vísir útselda konsertin í Spaniastovu í kvøld.
Anfinn Nielsen er framvegis eitt hot navn. Og tað er helst orsøkin til, at hann er við, nú Torradagar verða hildnir í Klaksvík hesa vikuna.
Anfinn og Vinmenn skulu spæla í Spaniastovu í kvøld, og konsertin er útseld.
Tað verður uttan iva rokkað og sungið við, tá Anfinn og Vinmenn fara at spæla kendu sangirnar, og man ikki »Lítli fuglur«, ella »Tá Sundaberg sakk« fara at vera á skránni í kvøld.
Ikki tí, tað er ein ørgrynna av landaplágum komin frá Anfinn'sa hond, so einki at ivast í, at áhoyrararnir fáa eitt super kvøld í Spaniastovu í kvøld.
Konsertin byrjar klokkan 22.










