Í kvøld skipar Tofta Ítróttarfelag fyri, tá ið nýggjárshald verður á havnarlagnum á Toftum.
Lagt verður fyri klokkan 23.15, tá ið kakao og bollar verða bjóðað.
Klokkan 23.30 verður tað Andreas Andreasen útróðrarmaður, sum fer at halda røðu.
So verður tjóðsangurin sungin, áðrenn tikið verður saman og kvøði verður Føroyingar sum her nú koma saman.
Á midnátt verður nýggja árið bjóðað væl komið við nógvum og stórum fýrverki.