Útróðrarbátar hava smáligan fiskiskap

- Streymurin er hampiligur, og veðrið verður gott fyri tað mesta. Vit vænta nakað av fiski frá útróðrarbátunum, men fiskiskapurin er smáligur

 

- Eitt ísfiskalínuskip fiskar norðanfyri og kemur væntandi inn at landa síðst í næstu viku.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Um frystilínuskipini, sum eru fleiri í tali, verður sagt soleiðis:

 

- Eitt frystilínuskip fiskar í Eysturgrønlandi, og tvey sigla heim undan Eysturgrønlandi. Eitt frystilínuskip er á Flemsh Kap, og fýra fiska undir Føroyum.

 

Línuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Um útlitini til útróður teir næstu dagarnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya, at streymurin er hampiligur, og veðrið verður gott fyri tað mesta.

 

- So, vit vænta nakað av fiski frá útróðrarbátunum, men fiskiskapurin er smáligur, verður lagt aftrat á Fiskamarknaði Føroya í dag.